Longu fríggjakvøldið varð hol sett á 19. umfar í Effodeildini, tá ið HB heima í Gundadali tók ímóti Víkingi. Hetta var ein kærkomin møguleiki hjá HB at vinna seg inn aftur í oddastríðið, meðan Víkingur gjarna skuldi hava trý stig fyri at standa seg í hørðu kappingini um fremstu plássini.
Veðrið til fótbólt var sera gott til fótbólt í Gundadali, har nógvir áskoðarar vóru komnir saman. Veðrið versnaði tó nógv sum dysturin leið. Tað gjørdi dysturin hinvegin ikki, og gjørdist tað næstan bara meiri og meiri spennandi at síggja, hvønn veg dysturin fór at koppa.
Stórt HB-trýst
Tað var Víkingur, sum við dystarbyrjan legði betur fyri við ágangandi spæli. Tá ið teir vunnu sær bóltin gekk sera skjótt frá miðjuni og fram eftir vøllinum, og hetta hevði lyndi til at fanga HB-leikararnar á hælunum í summum førum. Tá ið fimm minuttir vóru gingnir vildu Víkinga-leikararnir hava brotsspark, eftir at teir mettu at bólturin var komin í hondina hjá HB-leikara í feltinum, men dómarin, Eiler Rasmussen, var ikki samdur og gav teimum hornaspark.
Tá ið góðir 20 minuttir vóru farnir tók HB fullkomiliga yvir. Sigfríður S. Clementsen, HB-venjari, var mælskur á síðulinjuni og eftirlýsti fleiri flytingar. Hetta fekk hann og HB fór at spæla sera góðan fótbólt, sum hótti eina veika Víkinga-verju, sum sá meiri ivasom út uttan liðskiparan, Atla Gregersen.
Greitt størsta møguleikan fekk Christian R. Mouritsen, tá ið hann slapp at standa leysur inn í fimm-metrinum, men innleggið til hansara var ov ferðmikið og hann fekk ikki tamarhald á bóltinum.
Stóra HB-trýstið gav ikki úrslit og so troyttaðist teir, somuleiðis sum Víkingur lúrdi í mótálopunum. Fyrri hálvleikur endaði málleysur 0-0.
Neistar, men eingin eldur
Í seinna hálvleiki legði HB væl fyri og hevði neyvleikin verið betri, so hevði HB lagt seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki. Longu innan fyrstu tíggju minuttirnar fekk HB tveir stórar málmøguleikar. Fyrst datt bólturin fyri føturnir á Róki av Fløtum Jespersen í feltinum eftir hornaspark, men bólturin fór nakað omanfyri málið. Fáar minuttir seinni fór bóltinum sentimetrar frá handaru stong, tá ið Símun Samuelsen skeyt úr vinstru í feltinum.
Víkingur ressaðist tó við og tá ið teir fóru í álop, vóru teir meiri avgjørdir og tað gekk skjótt fyri seg. Á síðsta triðinginum á vøllinum vóru bæði liðini lítið avgjørd, og hetta merkti, at langt var ímillum uppløgdu møguleikarnar. Eitt gott dømi um hetta var, tá ið tveir Víkinga-leikarar sluppu at renna leysir ímóti einum HB-verjuleikara. Kaj Leo í Bartalsstovu dríggjaði og var ov seinur at senda Filip Djordjevic avstað. HB-verjuleikari kom ímillum.
Í allarseinastu minuttunum megnaði Víkingur at leggja eitt lítið trýst á HB, men tættari enn onkra skotroynd eftir leysan bólt í feltinum komu teir ikki.
Dysturin fangaði av álvara áskoðaran við tað at tað var stórur spenningur um hvønn veg dysturin fór at koppa, men tað endaði við, at hann ikki koppaði nakran veg. Dysturin endaði nevniliga við 0-0-javnleiki.
HB misti møguleikan at ota seg inn á oddaliðini, meðan Víkingur við eina stigunum ikki dragnar nógv í oddastríðnum, men hinvegin eiheldur beit frá sær.