HB og Víkingur spæla í kvøld

Hol verður sett á 19. umfar í Effodeildini longu í kvøld kl.18, tá ið HB heima í Gundadali tekur ímóti Víkingi. Undan dystinum í kvøld er HB á 5. plássi við 28 stigum, meðan Víkingur er á fjórða plássi við 33 stigum.

 

HB hevur fyribils vent gongdini við tveimum sigrum á rað. Eftir trygga 4-1-heimasigurin ímóti TB bleiv tað til ein tepran 2-1-útisigur ímóti B68 síðsta vikuskifti. Hetta vóru bæði lið, sum liggja undir HB á stigatalvuni, so dysturin ímóti Víkingi í kvøld verður á tann hátt ein próvtøka.

 

Vinnur HB dystin í kvøld, so hava teir av álvara aftur limað seg inn í oddastríðið og eru í tí føri bara tvey stig aftanfyri Víking. Hjá Víkingi hevur gongdin verið meiri óstøðug seinastu umførini, og eftir summarsteðgin gjørdist tað til eittans stig í fyrstu tveimum royndunum. Uppreisn fingu teir tó so dánt síðsta vikuskifti, tá ið teir á heimavølli vunnu tepurt 1-0 ímóti einum skerdum TB-liði.

 

Dysturin í kvøld, sum altso byrjar kl.18, verður fylgdur beinleiðis á Portalinum.