Seinastu árini hevur tað verið fastur táttur, at føroysku og íslendsku meistararnir hittast í dysti um sonevnda Atlantssteypið. Í ár verður dysturin í Føroyum, og hann verður ein endurtøka av dystinum síðsta ár. Tað eydnaðist bæði føroysku meistarunum úr HB, og islendsku meistarunum úr KR, at endurvinna meistaraheitið. Tá ið dystast var um steypið í Reykjavík í fjør, vunnu íslendsku meistararnir dystin 2-0, men í 100-ára føðingardagsári sínum ætlar HB sær at vinna, verður sagt.
KR vil eisini hava venjingardyst móti einum øðrum føroyskum liði
Heimasíðan hjá HB veit at siga, at íslendingar koma manssterkir til dystin. Umfram vanliga leikarahópin og tey fólk, ið eru um hópin, hevur KR ætanir um at bjóða okkurt um 20 viðhaldsfólkum við til Føroya fyri ein sámuligan pening.
Eftir ætlani verður íslendski hópurin í Føroyum í einar fðra dagar, og tískil kundi KR hugsað sær at fingið í lag ein venjingardyst móti enn einum føroyskum liði. Hetta kann tó gerast ein trupulleiki, verður sagt á www.hb.fo, tí hetta er júst um tað mundi, at føroyska landskappingin byrjar. Av somu orsøku verður arbeitt við at flyta dystin millum HB og Skála í fyrsta umfari av landskappingini, men enn er ongin avgerð tikið hesum viðvíkjandi.