HB og KÍ kappast um Ársins leikara

Tveir úr HB og ein úr KÍ hava møguleika at gerast ársins fótbóltsleikari hja monnum í kvøld

Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir. At vera kosin ársins verjuleikari, áleypari ella okkurt annað er stórt, men størsti heiðurin er at verða kosin Ársins leikari.


Venjarar, liðformenn og journalistar hava greitt atkvøðu, og nú er greitt hvørjir tríggir leikarar hava fingið flestar atkvøður í kappingini um at gerast Ársins leikari. Hesir eru:


Christian Restorff Mouritsen, HB

Fróði Benjaminsen, HB

Páll Klettskarð, KÍ


Hvør av teimum trimum vinnur, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.

 

Í fjør var tað Clayton Soares hjá ÍF, sum fór við heiðrinum.