HB og KÍ í finaluni

Eftir málleysan dyst og brotssparkskapping tryggjaði KÍ sær sigurin á B36

KÍ og HB fara í morgin at spæla finalu í Klaksvíks kappingini í fótbólti. Tíðliga seinnapartin vann HB 2-0 á NSÍ, og síðani spældu KÍ og føroyameistararnir í B36 um hitt finaluplássið. Í vanligu leiktíðini eydnaðist tað hvørgum liðnum at fáa mál. Tí var neyðugt við brotssparkskapping, og tá vann KÍ 4-3.

Dagsins dystir bera við sær, at gamli klassikarin millum 110 ára gomlu javnaldrarnar verður á skránni, tá ið KÍ og HB í morgin fara at spæla finalu. Í fjør vann HB finaluna 1-0 ímóti KÍ.