Um hugt verður eftir oddsunum altjóða veddingarfyritøkur lata upp á teir fýra dystirnar, ið vera leiktir í Betrideildini í morgin, so er talan um tveir risa favorittar.
Bert tríggjar veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum KÍ og TB við Djúpumýru. Hægstu oddsini upp á sigur til KÍ eru bert 1,03.
##med2##
HB er eisini stórur favorittur til at vinna á B68 á ovara vølli í Gundadali. Hægstu oddsini upp á heimasigur eru 1,20.
##med3##
12 veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Víking og B36 í Sarpugerði. Tær hella allar til ein sigur til Víking, men talan er ikki um somu greiðu favorittstøðu sum hjá KÍ og HB.
Hægstu oddsini upp á sigur til Víking eru 1,75 og lægstu oddsini upp á sigur til B36 eru 3,40. FM1 sigur beinleiðis frá hesum dystinum. Byrjað verður at senda klokkan 14.30.
##med4##
13 veddingarfyritøkur hella til ein sigur til EB/Streym móti AB í Hólmanum, men her tala oddsini mest fyri einum jøvnum dysti av teimum fýra, ið vera leiktir klokkan 15 í morgin.
##med5##