Í blaðnum í gjár hevði eitt mistak sníkt seg inn, tá vit umrøddu gongdina í bestu mansdeildin. Har stóð, at dysturin millum B36 og GÍ, sum skuldi verið leiktur í trettanda umfarinum, var fluttur frá 19. august til 12. september.
Hetta er sjálvandi ikki rætt. B36 og GÍ spæla oddadystin sum ásett, men hinvegin er ein annar dystur hjá GÍ fluttur. Talan er um dystin móti HB, sum skuldi verið leiktur komandi leygardag. Gøtumenn verða ikki aftur í Føroyum úr Jugoslavita fyrr enn leygardagin, og tískil er vónleyst at spæla hendan dagin. Tí er hesin dysturin fluttur til ta í føroyskum fótbólti so søguligu ásetingina, 12. august.
Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar.
- blðm