Venjaraspurningurin hjá HB komandi kappingarár er svaraður. Heine Fernandez og HB hava gjørt av at halda fram við samstarvinum eitt ár afturat. Leygarkvøldið skrivaðu Birgir Enghamar, formaður í Havnar Bóltfelag, og Heine Fernandez undir eina eitt ára avtalu.
Heine Fernandez hevur verið leikandi venjari í ár, og hesum leiklutinum heldur hann væntandi fram í. Partarnir eru væl nøgdir við úrslitini higartil í ár, og tí gjørdi nevndin í HB av at leingja samstarvið.
Heine Fernandez hevur havt góð úrslit við HB í ár eftir eina heldur trilvandi byrjan. Á ólavsøku vann HB løgmanssteypið, og í løtuni liggur HB sera væl fyri í oddinum í 1. deild.