HB og Føroya Bjór samstarva

Álítandi keldur í HB vilja vera við, at Føroya Bjór komandi kappingarár skal verða høvuðsstuðul hjá 1.liðI felagsins. Týsdagin, eftir evsta mark okkara, varð boðað frá tíðindafundi í HB, har væntandi nýggi høvuðsstuðulin varð kunngjørdur.

MeistaraliðIð hevur seinastu árini havt Føroya Banka sum høvuðsstuðul, men tann sáttmaálin gekk út 1. Januar í ár. Felagið hevur avgjørt at fáa sær nýggjan høvuðsstuðul, sum eftir øllum at døma verður Føroya Bjór

Helst eisini Carsten From
Umframt nýggjan høvuðsstuðul, skal HB eisini kunngera tveir nýggjar leikarar fyri komandi kappingarár. Leingi hevur verið gitt um, at danski áleyparin, Carsten From, verður at síggja á HB-liðnum í ár, og tað skuldi so verið greitt eftir tíðindafundin í HB-húsinum.

Hvør hin leikarin verður er enn óvist. Gitingar hava verið um ein danskan leikara og at Símun Eliassen skal venda aftur til HB. Hvussu verður og ikki, so vera vit klókari eftir tíðindafundin.