HB og EB/Streymur í finaluni

Hóast eingin dystur enn er spældur í landskappingini í ár, so verður HB av mongum roknað at vera favorittur at vera millum fremstu avbjóðararnar hjá meistarunum í EB/Streymi.

 

Hvussu styrkismunurin millum EB/Streym og HB er knappar tvær vikur undan kappingarbyrjan fæst at vita í morgin, tá ið finalan í Klaksvíkskappingini verður. Í góðveðrinum í Klaksvík vann EB/Streymur fyrr í dag tryggan 4-1 sigur á KÍ, og nú hevur HB vunnið 4-2 á ÍF.

 

Talan var leingi um rættuliga tætta uppgerð. Hanus Thorleifsson, sum í vetur er fluttur úr HB og til ÍF, legði ÍF framum í 1. hálvleiki eftir fríspæling frá nýggja vongverjanum í høgru Leivur Joensen.

 

Støðan helt sær, inntil tað restaði eitt korter. Tá fór at ganga skjótt við málskjótingini. Christian R. Mouritsen javnaði til 1-1, miðverjin Gunnar Haraldsen stútaði eftir horna HB framum 2-1, men ÍF svaraði aftur, tá ið vinstri vongverjin hjá ÍF, Hendrik Rubeksen, sum í vetur er fluttur úr HB og til ÍF, javnaði til 2-2. So var tað HB liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, sum gjørdi munin. Hann skoraði bæði til 3-2 og 4-2.

 

Harvið er greitt, at KÍ og ÍF skulu spæla um triðja plássið, og at EB/Streymur og HB skulu spæla finalu í Klaksvík í morgin.