Við sigrinum í gjár vann NSÍ seg fyribils upp á oddasessin, men tað kann væl henda, at hesin verður mistur aftur í dag.
Bæði HB og EB/Streymur hava seks stig, og tí kunnu tey við sigri fara fram við meistarunum.
HB vitjar í Klaksvík, har KÍ skal brúka klassikaran til at reisa seg í. Og EB/Streymur spælir aftur í dag á Sandi, har teir fyrr í vikuni spældu javnleik í steypakappingini.
Hinir báðir dystirnir í dag eru í Havn, har B36 tekur ímóti Víkingi, og í Fuglafirði, har Skála vitjar.










