Á miðdegi hósdagin skrivaðu HB og Smyril Line undir stuðulssáttmála, sum førir við sær, at størsta ferðamannaskrivstovan í landinum verður høvuðsstuðul, tá ið íslendsku meistararnir og steypavinnararnir, ÍBV úr Vestmannaoyggjum, koma til Føroya at spæla ímóti HB í einari norðuratlantiskari fótbóltsfinalu tann 22. í hesum mánaðinum.
Eitt afturvendandi tiltak
Poul Michelsen frá HB sigur, at vónandi gerst henda norðuratlantiska fótbóltsfinalan, sum teir eisini kalla Bestur í Útnorðuri, eitt afturvendandi tiltak, har íslendsku og føroysku fótbóltsmeistararnir hittast í dysti. Til dømis kann tað hugsast, at tað næsta ár verður leikt í Íslandi, og at tað so verður skift ímillum londini annaðhvørt ár.
Í ár eru tað so feløgini sjálvi, sum einsamøll standa fyri tiltakinum, men Poul Michelsen sigur, at ætlanin er, at íslendska fótbóltssambandið KSÍ og FSF skulu bakka tiltakið upp og eisini stuðla tí á ein ella annan hátt, so at tað gerst ein traditión. Hann heldur tó, at tað er umráðandi, at tað eru feløgini sjálvi, ið standa fyri størsta partinum av fyrireikingunum, tí tey á henda hátt fáa skapað eitt samskifti millum leiðslu, spælarar og áskoðarar, sum uttan iva verður báðum feløgunum til gagns. Í ár eru tað so HB og ÍBV, sum hittast og harvið fáa sett eitt samstarv í verk, og næsta ár kann man til dømis ímynda sær, at tað eru B36 og KR, ið tá eru føroyskir og íslendskir meistarar, sigur Poul Michelsen.
Í HB vóna tey eisini, at dysturin millum HB og ÍBV kann prógva yvir fyri íslendingum, at munurin millum íslendskan og føroyskan fótbólt gerst minni og minni, og spyrt tú leikararnar hjá HB, so eru teir ikki í iva um, at teir kunnu basa íslendsku meistarunum.
Skráin fyri dystarkvøldið
Tað verður gjørt nógv burturúr kvøldinum, tá ið meistararnir í útnorðuri hittast. Longu ein tíma undan dystinum fara dreingir hjá HB og helst B36 á vøllin.
Beint undan sjálvum høvuðsdystinum fara fimleikarar frá Havnar Fimleikafelag og Ljósinum at hava eina stutta framsýning á vøllinum, sum tekur einar 10 minuttir.
Í hálvleikssteðginum fara smádreingir at spæla á vøllinum, og sjálvsagt fer hornorkestur eisini at seta sín serliga dám á hetta hóskvøldið í Gundadali, tá vit fáa at síggja, hvør eigur besta fótbóltsliðið í útnorðuri ? føroyingar ella íslendingar!