Leygardagin var FM í innandura fótbólti avgreitt í Hoyvíkshøllini.
Giza Hoyvík, sum skipaði fyri kappingini skrivar soleiðis um kappingina : - Í dag var fyrsta FM í Innandura fótbólti í Hoyvíkshøllini, og dagurin spældi bara heilt væl av. HB hjá monnum og B68 hjá kvinnum gjørdust føroyameistarar, men tad leikađi hart á!
Bæđi liđini noyddust á leiđini ígjøgnum longda leiktíđ, og B68 vunnu FM aftaná 10 skot í part viđ brotssparkskapping!
Í dystunum um 3.plássiđ vunnu ávikavist hjá kvinnum og monnum HB á B68 og EB/Streymur á Giza Hoyvík. Allan dagin á tamb sótu fleiri og fylgdu viđ á stroymingini, og tá talan er um fyrstu ferđ ein tílík kapping finnur stađ, so lata fyriskiparnir so mikiđ væl at, at teir heilt sikkurt aftur fara at skipa fyri kappingini. Skrivar Giza Hoyvík á facebook-bólki sínum.









