HB og B36 vísa sína ónøgd

Havnafeløgini standa spyrjandi eftir avlýsingina av 1. umfari í Betrideildini í morgin.

Havnafeløgini HB og B36 hava í kvøld alment víst við sína misnøgd við mannagongdina hjá Fótbóltssambandi Føroya í sambandi við at 1. umfar í Betrideildini í morgin er avlýst vegna vandan við Corona-virusi.


HB skrivar:

Vit í Havnar Bóltfelag standa spyrjandi aftaná at fáa ein teldupost frá FSF, um at fyrsta umfar í Betri deildini er útsett, og ikki verður spælt sum ætlað.

At eingin grundgeving er fyri hesi avgerð, er sera undrunarvert. Felagið, venjarar og fólk rundan um felagið hava arbeitt hart fyri at verða til reiðar til dystirnar í morgin, undir teimum fortreytum sum heilsumynduleikarnir hava mælt til.

Tað eru ongar heilsufakligar grundgevingar fyri at útseta umfarið. Tí mugu vit seta spurningar til hvussu avgerðin kann verða tikin, uttan so mikið sum at seta seg í samband við tey feløg, sum hava góðtikið fyrru avgerðina.

Minsta krav í samskiftinum millum FSF og feløgini má verða, at feløgini fáa kunning frá FSF, áðrenn miðlar bera boðini.

Vit trúgva at øll feløgini kunnu handfara dystirnar, í tráð við tilmælini frá heilsumyndugleikunum. Tí er eingin orsøk at útseta umfarið. Slíkt krevur, at FSF samskiftir og ráðførir seg við feløgini, áðrenn slíkar avgerðir verða tiknar.

Vinarliga

Nevndin, Havnar Bóltfelag


B36 skrivar:

Gott kvøld.
Vit sendu tykkum fyrr í kvøld eina undran um, hvussu tilgongdin í samband við avlýsing av Betri umfarinum í morgin sýntist at fara fram.
Nú eftirfylgjandi undrast vit ikki minni, og vit í B36 eru als ikki nøgd við, hvussu hetta er farið fram.
Vit góðtóku og virdu fyrru avgerðina, og hava lagt okkara dystarfyrireiking til rættis útfrá hesum. At taka eina so týðandi broyting sum at avlýsa umfarið í morgin, uttan at vit sum felag eru við í tilgongdini, uttan at fáa grundgevingar, uttan at fáa svar uppá, hvat verður gjørt við áskoðaratrupulleikan og seinast, men ikki minst, ikki at verða kunnaði áðrenn tíðindini frættast frá øðrum enn FSF. Tað má staðfestast at vera á einum støðið, ið ikki sømir seg einum fótbóltssambandi.
Um FSF ynskti at endurskoða avgerðina, so var tað til sóma og gagns fyri samstarvið, at umboð fyri øll feløg vóru við í tilgongdini at meta um avgerðin skuldi broytast.
Vinarliga
Nevndin, B36