HB og B36 spæla á útivølli á Ólavsøku

Fótbóltur: Eingin møguleiki er fyri, at tey bæði havnafeløgini kunnu spæla í Gundadali á Ólavsøku

Alt bendir á, at hvørki B36 ella HB kunnu bjóða ólavsøkugestunum komandi ár fótbóltsspæl á so frægum støði, sum havnarfeløgini annars hava gjørt so leingi, sum fótbóltur hevur verið spældur í Føroyum og á ólavsøku.

Tað er rættiliga sannlíkt, at bestu fótbóltsspælararnir bæði í B36 og í HB vera ikki í høvuðsstaðnum á ólavsøku komandi ár.

FSF hevur fingið upplýsingar frá UEFA um, nær tað fer at verða spælt í Europa Cup komandi ár, og sambært hesum upplýsingum, so skulu bæði B36 og HB í altjóða stríð sjálvan ólavsøkudag í 1998.

B36 skal spæla í innleiðandi kappingini hjá meistaraliðunum, og HB skal royna seg í UEFA Cup. Fyrru dystirnir í fyrru innleiðandi umførunum í hesum báðum kappingunum verða mikudagin 22. juli, og seinnu dystirnir verða 29. juli ella ólavsøkudag.

Hvørjum tey bæði havnarfeløgini skulu spæla ímóti, og nær tey skulu spæla á útivølli og á heimavølli verður ikki greitt fyrrenn umleið 1. juli, tá lutur verður kastaður. Av tí at tað bara er ein grasvøllur í Føroyum, so hevur higartil verið roynt at leggja tað soleiðis til rættis, at annað tað føroyska liðið er á heimavølli í fyrra umfarinum, meðan hitt er á heimavølli í seinna umfarinum.

Hetta vil við øðrum orðum siga, at annaðhvørt verður HB ella B36 onkra aðra staðni í Europa enn í Føroyum, tá aðrir føroyingar fara at halda ólavsøku komandi ár, og tað liðið, sum ikki verður uttanlanda, skal ólavsøkudag spæla inni á Svangaskarði.

Avleiðingin av hesum veruleikanum má so vera, at fyri fyrstu ferð nakrantíð fer tað ikki at bera til hjá bestu liðunum hjá B36 og HB at bjóða klaksvíkingum, eysturoyingum, suðuroyingum ella hvørjum teir nú bjóða á ólavsøku, at spæla í móti bestu havnarliðunum.


Opið fyri steypafinaluni

Í fleiri ár hava tað verið tey, sum hava talað fyri, at finalan um løgmanssteypið skuldi verið í Gundadali ólavsøkudag. Í áttati árunum varð álvara gjørt av ynskinum ella áheitanini, sum var meiri ella minni viðgjørd, men tá varð sagt, at tað bar ikki til at taka undir við áheitanini, tí ólavsøkudystirnir vóru ein tann týdningarmiklasta inntøkukeldan hjá havnarfeløgunum. Nú heldur hetta argumentið ikki longur, og tað eru fleiri í teimum báðum stóru feløgunum í høvuðsstaðnum, sum hava givið til kennar, at tey høvdu einki havt ímóti, at FSF fekk loyvi at leggja finaluna um løgmanssteypið ólavsøkudag, um havnarfeløgini fingu ávísa samsýning fyri tað.


Altjóða forðingar

Á fundinum, sum var ímillum FSF og fótbóltsfeløgini leygardagin, var greið ábending um undirtøku ímillum feløgini fyri, at tað er meiri hóskiligt, at finalan um løgmanssteypið verður spæld síðst í juni ella fyrst í juli, heldur enn at hon verður spæld fyrst í august.

Møguleikin at spæla á ólavsøku varð so at siga ikki viðgjørdur, og sjálvt um bestu spælararnir hjá teimum báðum havnarfeløgunum, sum plaga at spæla ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, ikki verða í Havnini á ólavsøku komandi ár, so ber ikki til at leggja finaluna um løgmanssteypið á ólavsøku. Tað ber ikki til, tí at tað er ikki so lítil møguleiki fyri, at í hvusu so er annað av havnarfeløgunum verður partur av finaluni.


GÍ eitt sindur seinni

Gøtumenn vunnu sær rætt at taka lut í Europa Cup komandi ár, tá teir í steypafinaluni, sum eftir øllum at døma var hin síðsta fyrst í august ? fyribils í hvussu so er ?vunnu ímóti VB.

Innleiðandi umfarið í europeisku kappingini fyri steypavinnarar verður spælt 13. og 27. august, og tá skal GÍ spæla eina ferð á Svangaskarði og eina ferð onkra staðni úti í Europa.


Tórsvøllur

Ólavsøkufótbólturin er fallin nógv í virði ímillum áskoðararnar seinnu árini. Tað var tann tíð, tá talan var um mest undirhaldandi og fyri mong týdningarmilastu dystirnar á árinum, tá KÍ og TB dystaðust ímóti havnarfeløgunum um steyp og serliga um heiður og æru á ólavsøku, men soleiðis hevur tað ikki verið hesi seinnu árin, tá ólavsøkufótbólturin meiri hevur borið brá av at vera venjingardystir, har liðini hava fyrireikað seg til seinnu hálvu av landskappingini og kanska til steypafinaluna.

Nú fer ólavsøkufótbólturin at detta uppaftur eitt stig longri niður eftir stiganum.

Um ein grasvøllur var í høvuðsstaðnum, so hevði Europa Cup fótbólturin verið gylt høvi at styrkja um ólavsøkufótbóltin. Tað fer ivaleyst eina ferð at verða møguleiki fyri tí, men tað er púra greitt, at tað verður ikki í 1998, og tað er neyvan sannlíkt, at tað verður hesumegin túsund ára skiftið.