HB og B36 hava greiðar favorittstøður

Í morgin klokkan 15 eru bæði havnarliðini á útivølli í royndini at vinna heiðursmerki

B36 og HB eru í harðari kapprenning við Víking um at tryggja sær silvur og bronsuheiðursmerkini í Betrideildini. Annað og triðja plássið geva atgongd til Europa Conference League undankappingina komandi summar. HB fær tó ein eyka møguleika at tryggja sær luttøku í Europa Conference League undankappingini. Um eina viku skal HB spæla finaluna um løgmanssteypið móti B68 á Tórsvølli.

 

Undan dystunum í morgin KÍ-Víkingur, AB-B36 og EB/Streymur-HB er støðan tann, at Víkingur og B36 hava 57 stig hvør, meðan HB hevur 55 stig.

 

Bæði HB og B36 eru greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum at vinna á ávikavist EB/Streymi og AB á útivølli.

 

HER eru oddsini upp á dystin millum EB/Streym og HB:

 

##med2##

 

HER eru oddsini upp á dystin millum AB og B36

 

##med3##