Úrslitið av lutakastinum í kvøld var, at av liðunum í bestu kvinnudeildini skulu NSÍ og EBS/Skála spæla í fyrsta umfari, meðan hini seks liðini í bestu deildini vera við í kappingini, tá ið fjórðingsfinalurnar tørna fyri.
Í fjør vann NSÍ steypakappingina fyri fyrstu ferð. Í finaluni endaði tað 4-2 ímóti HB.
Í kvøld lagaði lutakastið seg soleiðis, at NSÍ skal í fyrsta umfari spæla á heimavølli ímóti ÍF, sum eigur lið í næstbestu deildini. AB, sum eisini eigur lið í næstbestu deildini, skal í fyrsta umfari spæla á heimavølli ímóti EBS/Skála, sum er næstfremst og fremsti avbjóðarin hjá KÍ í landskappingini.
Oddaliðið KÍ, sum sunnudagin var partur av málleysari uppgerð í landskappingini í Runavík, skal í fjórðingsfinaluni spæla ímóti nýggja liðnum í bestu deildini TB/FCS/Royn. Tann dysturin vereður í Klaksvík. Annan sunnudag hittast hesi liðini í landskappingini. Tað verður í Suðuroy.
Í landskappingini hevur tað víst seg, at 07 Vestur hevur staðið seg væl betur, enn tað varð roknað við, men síðsta leygardag tapti 07 Vestur 2-0 í landskappingardysti í Gundadali ímóti HB. Lutakastið í kvøld lagaði seg soleiðis, at HB og 07 Vestur hittast grundlógardag í fjórðingsfinalu.
1.umfar
15. mai
AB – EBS/Skála
NSÍ – ÍF
Fjórðingsfinala
5. juni
B36 – AB-EBS/Skála
KÍ – TB/FCS/Royn
Víkingur – NSÍ-ÍF
HB – 07 Vestur