HB á oddasessin

Við einum hampuliga tryggum sigri í einum til tíðir vánaligum dysti, otaði HB seg ? fyribils í øllum førum ? upp á oddasessin

Fótbóltur

- Teir komandi tríggir heimadystirnir skulu geva trý stig. Somikið einfalt er tað.
Soleiðis ljóðaði boðskapurin frá Jákupi á Borg, eftir at HB í Vági hevði verið fyri næsta tapinum í bert trimum dystum. Og higartil er líkt til, at boðskapurin er komin fram. Í øllum førum fekk HB mikukvøldið annan sigurin á rað, og hetta lyfti teir eisini upp á oddasessin í Formula-deildini. Og har verða teir í øllum førum verandi fram til sunnudagin. Tá fara hini liðini í deildini undir fjórða umfarið, meðan HB skal dystast móti íslendsku meistarunum úr FH.

Byrjaðu væl
Heilt nógv fólk høvdu leitað sær til Gundadals at hyggja, og fyrstu løtuna fingu hesi staðfest, at HB framvegis vil vera oddalið, og at GÍ enn ikki hevur teir kvalitetir, sum skulu til, áðrenn teir aftur kunnu fáa tað spjaldrið um hálsin.
Á snøgt sagt øllum økjum var liðið hjá HB betri. Hóast talan ikki gjørdist um so øgiliga nógvar møguleikar, so hekk spælið væl saman. Nógvar flytingar vóru, og serliga í vinstru dugdu John Heri Dam og Janus M. Joensen væl at finna út av, nær miðvøllurin trekti inn, so bakkurin slapp upp. Nakað sum skapti hópin av innleggum, sum tó ikki gjørdust nóg vandamikil.
Eitt mál fekk HB tó, tá Hans á Lag drønstútaði hornaspark í kassan.

Tamir gøtumenn
Hjá GÍ var tað fyrstu løtuna nærum skelkandi, hvussu ringum skørum liðið tykist vera í.
Setningurin hjá gøtumonnunum í ár er fyrst og fremst, at eitt nýtt lið skal byggjast upp, og tí verður í stóran mun dúva á yngru kreftirnar. Eitt nú hevði Krzystof Popczynski triðja dystin á rað sett seg sjálvan á beinkin, fyri at loyva øðrum framat.
Men samstundis er einki at ivast í, at yngru leikararnir væl kundu havt tørv á Krzystof sum stuðuli úti á vøllinum. Her hekk alt ov nógv á Súni Olsen og Sámali Joensen, men einsamallir megnaðu teir ikki tað heilt nógva. Heldur ikki hóast Súni fleiri ferðir hevði rykk, sum kundu blivið heilt vandamikil. Men tá spælari skal renna 20-30 metrar við bóltinum, fyri at koma til møguleika, so kostar hetta á seinastu metrunum.
Í aðrar mátar var ov lítið, sum GÍ hevði at bjóða. Kanska eitt sindur hart sagt, so eru ov nógvir av spælarunum, sum ikki megna tey elementeru tingini í fótbólti.

Dómarin setti ferð á HB
Sum fráleið, so dovnaði dysturin heilt nógv, og vóru gøtumenn bara eitt lítið sidnur hepnir, so kundu teir javnað fyri steðgin.
Nakrar ferðir var heilt nær við møguleikar, men tað var ikki fyrr enn seinastu 20 minuttirnar, at ferð aftur kom á dystin. Upphavið til hetta var helst, tá dómararnir kolldømdu eitt mál, sum HB?arnir stóðu púrasta óskiljandi yvirfyri. Hetta gav líka sum nakað av øði í HB-liðið, sum seinastu løtuna rendi GÍ umkoll. Jákup á Borg lyfti við handaru stong bóltin í kassan til 2-0, áðrenn Tór-Ingar slapp leysur, tá GÍ misti í uppspælinum. Talan kundi eisini verið um meira, hevði dómarin ikki bríkslað, tá Hendrik Rubeksen av røttum skuldi fingið fyrimun, men ístaðin slapp GÍ so at minka í evstu løtu eftir fríspark úr vinstru.
Hetta var tó ikki meira enn at pynta um úrslitið. Og tað kundi á ongan hátt viska burtur, at GÍ enn hevur nógv og hart arbeiði eftir, áðrenn teir aftur kunnu medda móti føroysku fótbóltstindunum. Tað ætlar HB í ár, men higartil hava avrikini tó verið dekan ov óstøðug til at meta um, hvørt liðið aftur í ár skal leggja seg heilt fram í oddin.