B68 misti oddasessin í næstbestu deildini, tá ið toftamenn spældu javnleik ímóti B36 í dag. HB legði seg fram um við sigri á Víkingi.
11. umfar í 1. deild hjá monnum varð spælt í dag. B68, sum hevur ligið fremst í deildini síðani fyrsta umfar, spældi málleysan javnleik ímóti B36 á Toftum, og tað hevði við sær, at HB, sum vann 3-2 á Víkingi í Gundadali, tók oddasessin í deildini.
B71, sum hevur ligið aftast, vann í dag 2-0 á TB og tók seg fram um EB/Streym, sum mátti lúta 2-1 ímóti KÍ í Klaksvík.
FC Suðuroy og Skála, sum bæði spæla fyri uppflyting, hittust í Vági, og har vann FC Suðuroy 3-0.
Úrslitini í dag vóru:
KÍ-EB/Streymur 2-1 (0-1)
1-0: Jóannes Bjartalíð 9.
1-1: Jóhannes Hansen 27.
2-1: Jóannes Bjartalíð 69.
B68-B36 0-0
HB-Víkingur 3-2 (3-1)
1-0: Kári Nielsen 6.
2-0: Johan Ejvind Mouritsen 8.
3-0: Jákup Slættalíð 26.
3-1: Per Gregersen 42.
3-2: Martin Olsen 50.
B71-TB 2-0 (0-0)
1-0: Dan í Soylu 66.
2-0: Bjørgfinnur Winther 67.
Reytt kort: Chris H. Craib 87. (beinleiðis reytt)
FC Suðuroy-Skála 3-0 (1-0)
1-0: Reidar Dahl Joensen 10.
2-0: Danjal Godtfred 69.
3-0: Jón Krosslá Poulsen 76.
Støðan eftir 11 umfør
HB 23 stig
B68 22 stig
FC Suðuroy 19 stig
B36 18 stig
Skála 16 stig
KÍ 16 stig
Víkingur 13 stig
TB 13 stig
B71 8 stig
EB/Streymur 7 stig
12. umfar, 25. mai
EB/Streymur-B71
Víkingur-KÍ
FC Suðuroy-B68
B36-HB
TB-Skála