Hóskvøldið verður fult umfar í Betri deildini hjá monnum. Talan er um 17. umfar, men liðini hava spælt 14 og 15 dystir. Hetta er orsaka av broytingunum, sum blivu gjørdar í skránni vegna koronasteðgin.
Hóast ÍF hevur bjóðað hugtakinum “topp-fimm” av í ár, so er talan enn um tey somu fimm, ið liggja omanfyri miðstrikuna á stigatalvuni. Tvey av teimum møtast í Sarpugerði. Tað eru Víkingur og HB. Gestirnir eru oddalið í føroyskum fótbólti, men skaðalistin hevur verið langur í ár. Nú røkist fyri, at tað fleiri av spælarunum verða at síggja á vøllinum skjótt.
Tróndur, Hørður og Adrian venja við bólti
Tróndur Jensen og Hørður Askham fingu álvarsamar knæskaðar í fjør, og fóru undir skurð samstundis. Tróndur Jensen venur nú við hópinum, men sum skilst, so verður hann ikki á vøllinum hóskvøldið. Hørður Askham er eitt vet longur vekk frá at blíva klárur, men hevur havt sína fyrstu venjing við hópinum.
Mest umtalaði spælarin í føroyskum fótbólti fyrstu umførini var Adrian Justinussen, men longu í fjórða umfari breyt hann eitt bein í fótinum. Hann fór undir skurð, fyri at fyribyrgja at tað skal henda aftur. Hann er nú farin í gaggurnar og spælir við bólti fyri seg sjálvan.
##med2##
Frankoch er ivasamur
Stóra ivamálið til hóskvøldið er danski miðvallarin Mikkel Frankoch. Hann hevur trupulleikar við øðrum fótinum og mátti lata seg skifta út í dystinum móti TB á ólavsøku. Talan er ikki um álvarsaman skaða, men heldur ein snudd.
##med3##
Fýra mans, sum ikki verða við móti Víkingi, eru langtíðarskaddu Jákup L. Thomsen og Teit Jacobsen, umframt Delphin Tshiembe og Mads Boe Mikkelsen. Delphin Tshiembe hevur trupulleikar við lærkrikanum, men nærkast at blíva klárur. Tað er tó torført at seta eina tíðarfreist á. 20 ára gamli Mads Boe Mikkelsen náddi bara fýra dystir fyri HB, áðrenn hann fekk eina fibur í baklærið í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Hann væntast klárur aftur í næstum.
##med4##
Seinast HB spældi móti Víkingi var í fjórða umfari. Tá vann HB 3-0. Víkingur er dottið niður í millum í toppstríðnum, men hevur vunnið á bæði NSÍ og B36 á heimavølli. Tað gekk eisini rúm tíð, áðrenn KÍ kláraði at knúgva Víkingunum í Sarpugerði. Tí kann stigatalvan siga, at HB hevur næst tvífalt so nógv stig, men verður ongin lættur dystur í Gøtu hóskvøldið. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.
HB:
Ikki við: Jákup L. Thomsen (knæið, langtíðarskaddur), Teit Jacobsen knæið, langtíðarskaddur), Delphin Tshiembe (lærkrikin, óvist), Mads Boe Mikkelsen (fibur, 1-2 vikur), Adrian Justinussen (brotið fótin 2-3 vikur), Hørður Askham (krossband, 1-2 vikur), Tróndur Jensen (krossband, 1 vika)
Ivasamur: Mikkel Frankoch (fóturin)














