Fótbóltur
Tað tóktist, sum høvdu gestirnir í Gundadali givið upp alla vón um stig, longu áðrenn teir fóru á vøllin hóskvøldið. Liðið, sum seinastu umførini hevur lopið seg upp um niðurflytingarstrikuna, sýndi snøgt sagt einki petti av tí stríðsviljanum, sum hevur gjørt lopið møguligt.
Einvegis ferðsla
HB legði bragdliga fyri, og við góðari ferð á spælinum søktu teir alt fyri eitt á VB-málið. Góðu taktirnar hildu sær í eitt korter, tá Johan Eyjvind R. Mouritsen, sum hesa ferð byrjaði inni frá fyrsta bríksli, legði HB á odda.
Tí eftir hetta gjørdist talan um fótbólt í spákitempo. HB hevði sum so ikki fyri neyðini at seta so nógv meira á ketlarnar, og VB/Sumba hvørki vildi ella megnaði at geva nakra serliga mótstøðu. Eina mest tóktist tað, sum høvdu gestirnir bara í huga at fáa hesar 90 minutturnar avgreiddar við einum so lítlum sorli, sum tað nú einaferð bar til.
Mundi verði spennandi
Og so ráddi at kalla bert um at fáa tíðina at ganga. Bæði hjá spælarunum á vøllinum, og eisini hjá áskoðarunum, sum helst høvdu úr at gera, um hitin skuldi haldast.
Jákup á Borg var maðurin handan næsta HB-málið, tá hann breyt ígjøgnum, áðrenn bólturin varð rullaður til Panic. Og eftir steðgin átti Jákup aftur uppspælið, tá Ólavur í Ólavsstovu skeyt sítt fyrsta Formula-mál.
Móti dystarenda kom brádliga nakað, sum líktist spenningi í dystin. Jákup Olsen minkaði um munin eftir hornaspark, og brádliga varð Dan Djurhuus púrasta leysur við HB-málverjanum. Teirri royndini fekk Bárður Johannesen tó steðgað, soleiðis at hjartað ikki fór heilt upp at hoppa hjá heimaáskoðarunum. Og tá Páll Mohr Joensen so eisini kundi staðfesta sigurin í yvirtíðini, mundu flestu av hesum fara so hampuliga væl nøgd til hús. Kanska hevði HB ikki sýnt nakað meistaraspæl, men teir vunnu ein tryggan sigur, og nú er munurin upp til oddin bert trý stig.









