Tað eydnaðist næstbesta liðnum hjá HB at fáa fult seinnapartin, tá VB/Sumba royndi seg á ovara vølli í Gundadali. Úrslitið gjørdist 3-1.
Henning Joensen legði gestirnar á odda í fyrra hálvleiki, men Christian Mouritsen, Jógvan Rói Davidsen og Tróndur Sigurðsson tryggjaðu teimum reyðu og svørtu trý stig við hvør sínum máli.
HB lá undan hesum umfarinum tvey stig aftanfyri tey fýra oddaliðini, sum øll høvdu 12 stig. Tískil hevur høvuðsstaðarfelagið otað seg inn í stríðið um heiðursmerki.
HB ? VB/Sumba 3-1 (2-1)
0-1: Henning Joensen
1-1: Christian Mouritsen
2-1: Jógvan Rói Davidsen
3-1: Tróndur Sigurðsson