Høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Berthel Askou, hevur fingið annað venjarastarv, og tískil skal besta manslið hava nýggjan venjara.
-Vit eru sjálvsagt hørm um at missa høvuðsvenjaran, men samstundis errin av at tað arbeiði Berthel hevur gjørt í okkara felag, vekir ans aðrastaðni. Vit takka Berthel fyri alt, og ynskja honum bestu eydnu, nú enn størri avbjóðingar liggja fyri framman, skrivar HB á heimasíðuni.
Tilgongdin við at seta nýggjan venjara er í gongd, og kunnað verður nærri, so skjótt hetta er komið uppá pláss.
Alt bendir á, at Jens Berthel Askov tekur við sum venjari í AC Horsensns í Danmark, har Hallur Hanson millum annað spælir.