Starvsnevndin í HB gevur í kvøld sent út soljóðandi yvirlýsing um mannin, sum er meldaður fyri kynsligin ágang ímóti einum smádrongi:
»Vísandi til málið um mannin, sum er meldaður fyri kynsligan ágang, og sum hevur verið frammi í fjølmiðlunum í dag og í gjár, so hevur starvsnevndin hjá HB í kvøld havt málið til viðgerðar.
Starvsnevndin vil staðiliga vísa á, at hetta er eitt ræðuligt og ólukkuligt mál, sum ivaleyst øll, og serliga vit, sum varða av HB, eru sera kedd um, og vóna, at hetta ikki fær varandi avleiðingar fyri tann órættaða ella familjuna.
Starvsnevndin vil málinum viðvíkjandi vísa á, at meldaði tilburðurin ikki er framdur undir venjing hjá HB og eiheldur í HB –húsinum, og at meldaði persónurin ikki er venjari hjá HB.
Endamálið hjá okkum er gjøgnum fótbóltsspælið at menna tey ungu ítróttarliga og sosialt, samstundis sum tey eru partur av einum felagsskapi, sum hevur tað stuttligt og trívist saman, og fyri at røkka hesum endamáli, er neyðugt at skipa so fyri, at foreldur kunnu hava fult álit á, at børnini eru í góðum hondum, tá tey eru til venjingar ella leika dyst fyri HB.
Fyri at eingin ivi skal vera um, at vit vilja røkka hesum endamáli, hevur starvsnevndin hjá HB tí í kvøld samtykt, at maðurin, sum er meldaður fyri kynsligan ágang, ikki longur hevur atgongd til húsið og økið hjá HB í Gundadali.
Hesi boðini eru í kvøld givin manninum.
Starvsnevndin hjá HB«