HB meistararnir hava sett nýtt met

Nú er NSÍ best fyri í kappingini um silvurkrónurnar

Tað gekk, sum tað hevur gjørt alt hetta kappingarárið, tá ið HB hevur verið partur av tøttum toppuppgerðum.

Leingi stóð tað á jøvnum – 1-1 – í grannauppgerðini í Gundadali. Men síðstu løtuna megnaði HB at skora tvey mál. Harvið vann HB 3-1, og undan síðsta umfari hevur HB 70 stig. Tað er nýtt met. B36 átti gamla metið við 67 stigum.

Tá ið HB leygardagin fær gullkrónur og FM steyp, verður tað eftir heimadyst ímóti Víkingi. HB hevur møguleika at vinna 73 stig. Tað er framúr úrtøka, sum tað er ilt at ímynda sær, at tað skal bera til at taka.

 

NSÍ vann 3-0 í Sarpugerði. Úrslitið ber við sær, at NSÍ nú er favorittur at vinna silvurkrónurnar. Í síðsta umfari skal NSÍ spæla á heimavølli ímóti KÍ.

 

Klaksvíkingar eru undan síðsta umfari á bronsuplássi, og KÍ vinnur silvurkrónurnar, um tað leygardagin eydnast at vinna í Runavík.

Í dag vann KÍ síðsta heimadystin í ár 3-1 ímóti Suðringum, sum dygst undan steðginum javnaðu til 1-1. Fyrstu løtuna eftir steðgin var KÍ sera ágangandi, og tá eydnaðist tað at skora tvey mál.

 

Tapið á heimavølli í dag ber við sær, at B36 datt aftur á fjórða pláss. B36 skal í síðsta umfari spæla á Skála, og nú ber tað ikki til hjá steypavinnarunum í B36 at vinna seg hægri í landskappingini enn á bronsuplássið.

 

Orsaka av vánaligum veðri varð avlýst í Sørvági, har EB/Streymur var gestur hjá 07 Vestur og á Argjum, har Skála var gestur hjá AB.

 

Tað er avgjørt, at útsetti dystirnir verða spældir týsdagin klokkan 16.30.

 

http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1

 

KÍ – Suðringar 3-1 (1-1)

1-0: Jóannes Bjartalíð

1-1: Pape Mamadou Faye

2-1: Óli Eyðsteinsson Poulsen

3-1: Páll A. Klettskarð

 

Víkingur – NSÍ 0-3 (0-2)

0-1: Petur Knudsen

0-2: Árni Frederiksberg br

0-3: Klæmint A. Olsen

 

B36 – HB 1-3 (0-1)

0-1: Ari Mohr Olsen

1-1: Meinhard E. Olsen

1-2: Jógvan Skeel Nolsøe

1-3: Símun Samuelsen

 

07 Vestur - EB/Streymur

Útsettur til týsdagin klokkan 16.30

 

AB - Skála

Útsettur til týsdagin klokkan 16.30

 

HB262312561770
NSÍ261646612352
261637472351
B36261556533250
Víkingur261169383539
Skála257513263426
Suðringar267415264225
EB/Streymur254813274820
07 Vestur255119276716
AB254318125115

 

27. umfar

Leygardagin 27. oktober

EB/Streymur - AB

NSÍ - KÍ

Skála - B36

HB - Víkingur

Suðringar - 07 Vestur