HB megnaði javnleik á Svangaskarði

Toppliðini í næstbestu fótbóltsdeildini B68 og HB hittust í dag á Svangaskarði. Úrslitið var málleysur javnleikur, og harvið hevur einki lið fulla úrtøku eftir seks umfør.

 

Teir næstbestu hjá HB bitu orduliga frá sær, og B68 málverjin Ragnar Lindholm bjargaði onkra ferðina meistarliga væl.

Heimaliðið var síðstu løtuna undirmannað, tí toppskjútti í 1. deild, Haraldur R. Højgaard, sum skoraði í øllum teimum fyrstu fimm umførunum, varð vístur av vølli.

 

Tað tódnaði ikki frítt millum tey fremstu. Skála hevði vitjan av KÍ, sum undan hesum umfarinum var á triðja plássið, og Skála vann 2-1. Heimaliðið var leikliga omaná. Síðstu løtuna, eftir at KÍ hevði minkað um munin, royndu klaksvíkingar at leggja trýst á, men heimasigurin var ongantíð í vanda. Harvið hava Skála og HB 10 stig, og KÍ hevur 9 stig. B68 er fremst við 16 stigum.

 

Undan hesum umfarinum var B36 næstaftast, og EB/Streymur var á 8. plássi. Hesi bæði liðini hittust í dag í Gundadali, og har var eingin ivi. B36 vann dyggan 6-1 sigur, eftir at hálvleiksstøðan var 4-0. EB/Streymur misti ein mann, tá ið støðan var 3-0. Sandri Færø og Tóki á Lofti skoraða tvey mál hvør fyri B36. Hini skoraðu Robert Heðin Brockie og Heini í Skorini.

Sigurin bar við sær, at B36 nú hevur sjey stig og harvið er undir liðini á TB, sum í dag hevði vitja av Víkingi. Víkingarnir vóru undan ferðini til Suðuroyar botnlið. Gestirnir við Stórá vunnu í tættari uppgerð og í ikki serliga góðum líkindum 1-0. Harvið lyfti Víkingur seg upp um EB/Streym og B71. Einsamalla málið skoraði 17 ára gamli Magnus Jarnskor, sum var skiftur inn í 2. hálvleiki.

 

FC Suðuroy, sum hevur 9 stig, fer í morgin at spæla á heimavølli ímóti B71.

 

B68-HB 0-0

Reytt kort: Haraldur R. Højgaard, B68, 73.(beinleiðis reytt)

 

Skála-KÍ 2-1 (1-0)

1-0: Edvin Jacobsen 35.

2-0: Ólavur Mikkelsen 59.

2-1: Ísak Simonsen 79.

 

B36-EB/Streymur 6-1 (4-0)

1-0: Robert Heðin Brockie 25.

2-0: Tóki á Lofti 26.

3-0: Sandri Færø 28.

4-0: Heini í Skorini 45.

4-1: Ólavur F. Ejdesgaard 54.

5-1: Tóki á Lofti br 72.

6-1: Sandri Færø 90.

Reytt kort: Hans Egil Trygvason, EB/Streymur, 32. (2 gul)

 

TB-Víkingur 0-1 (0-0)

0-1: Magnus Jarnskor 61.

 

Støðan

B68 16 stig

HB 10 stig

Skála 10 stig

KÍ 9 stig

FC Suðuroy 9 stig

B36 7 stig

TB 7 stig

Víkingur 6 stig

EB/Streymur 5 stig

B71 4 stig

FC Suðuroy og B71 hava spælt fimm dystir, og hini liðini hava spælt seks dystir.

 

Sunnudagin

FC Suðuroy-B71

 

7. umfar

Leygardagin 27. apríl

HB-TB

EB/Streymur-FC Suðuroy

KÍ-B68

Víkingur-B36

Sunnudagin 28. apríl

B71-Skála