HB mátti stríðast ímóti Giza

Ein sensasjón lúrdi fyrsta tíman

dFyrsti dystur í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið er av. 2. deildarliðið Giza/Hoyvík tók ímóti HB. Ongin ivi var um, hvat av liðunum var stórfavorittur, men HB mátti arbeiða harðari enn væntað fyri sigrinum.

 

Hálvleiksstøðan var nevniliga 1-0 til Giza/Hoyvík. Longu aftaná 8 minuttir legði heimaliðið seg á odda. Ein langur bóltur varð spældur inn um verjuna, og fyrstur á bóltinum var Ahmed Keita. Einsamallur ímóti málinum sveik hann ikki, og so var 1-0 til Giza. HB kom til nógvar málmøguleikar og hevði so at siga alt spælið, men í fyrra hálvleiki vildi bólturin ikki inn.

 

Øðrvísi var tó í seinna hálvleiki. HB bleiv við at trýsta, og samstundis sum Giza-leikararnir byrjaðu at kenna møðina í beinunum, byrjaðu málini eisini at koma. Endaliga úrslitið gjørdist 4-1 til HB. Málini skoraðu Arnbjørn Hansen, Gunnar Haraldsen, Fróði Benjaminsen og Rógvi Holm.

 

Næstu tríggir dystirnir í steypakappingini eru í morgin. Dystirnir eru hesir:

ÍF-Víkingur

B36-EB/Streymur

NSÍ-AB