HB má blanda kortini

HB má síggja burt frá tveimum leikarum, tá ið Partizan Beograd vitjar á Tórsvølli í kvøld.

HB fær í kvøld vitjan av serbiska Partizan Beograd í 2. undanumfari í Champions League. Fyrri dysturin endaði við 3-0-sigri til serbiska liðið. Føroysku meistararnir mugu vera tveir mans fyri uttan í kvøld: Alex José dos Santos vegna leikbann og René S. Joensen vegna skaða. Hinvegin er Levi Hanssen nú aftur tøkur.

 

Partizan Beograd hevur heldur ikki havt bestu fyrireikingarnar til dystin. Vegna seinkingar lendi flogfar teirra ikki fyrr enn seint í gjárkvøldið, og høvdu teir  tískil eina lætta venjing í ein tíma í morgun frá 9.30 til 10.30.

 

Heðin Askham, venjari hjá HB, heldur ikki, at hetta er ein fyrimunur fyri hansara lið.

 

- Nei, tað er líkamikið. Eg sá teir venja í morgun, og teir sóu ógvuliga klárir út. Teir eru somikið professionellir, at tað er eingin trupulleiki at seta teir upp. Vit eru eitt lið sum teir meta sum eitt walk-over, og so er okkara uppgáva bara at royna at spenna bein, sigur Heðin, sum er ovfarin av hvussu sterkt lið Partizan Beograd hevur.

 

- Hetta er eitt fantastiskt lið. Eitt tað besta tekniska, sum eg nakrantíð havi sæð. Eg vil viðmæla fólki at koma at síggja hetta liðið spæla, sigur hann.

 

Hóast uppgávan hjá HB sær ómøgulig út, so ætlar Heðin at fáa liðið hjá sær fram á vøllin.

 

- Í fyrra dystinum royndu vit  trýsta, men blíva so sjálvir trýstir aftur. Summi lið eru tó ikki eins sterk á útivølli sum á heimavølli, so vit fara at gera alt fyri at vinna og fáa eitt gott úrslit. Tað er øgiliga ringt at vera realistiskur, men vit trúgva 100% upp á  tað, sigur Heðin Askham.

 

Dysturin ímillum HB og Partizan Beograd verður á Tórsvølli í kvøld kl.19.00.