HB mótmælir eisini

Umframt leikbannið til Keita gav Aganevndin eisini gult kort til Hanus Thorleifsson hjá HB. Og heldur ikki har vilja tey góðtaka mannagongdina, sum ikki innihelt partshoyring

Fótbóltur

 

Talan var um kontroversiella hending, tá Hanus Thorleifsson í heyst skoraði til 2-0 í útidystinum hjá HB móti KÍ.

Sjónvarpsmyndirnar vístu greitt, at Hanus nýtti hondina, tá hann fekk bóltin fram við Jákupi Mikkelsen, men dómarin sá ikki hendingina, sum tí gav mál.

Aganevndin hevur nú viðgjørt málið, og har eru tey samd um, at hetta átti at kosta gult kort til spælaran. Eitt kort, sum tó ikki fær stórvegis ávirkan, tí spælarin nú er farin til Danmarkar í útbúgvingarørindum.

Eins og við málinum um leikbannið til Ahmed Keita, so vantar partshoyring í málsviðgerðini, og tað vil leiðslan í HB ikki finna seg í.

- Eitt er, at ein avgerð verður tikin um at sekta ein leikara fyri eitt brot, ið skal vera framt fyri so langari tíð síðani, talan er um einar 6 vikur. Men annað er, at vit als ikki vóru varug við, at hetta málið var á veg ella varð viðgjørt. Og tað kenst løgið at skula gera viðmerkingar til eitt mál ella verða hoyrdir - eftir at málið er avgjørt, skrivar Niels Juel Arge, formaður í HB millum annað í teldubrævi til FSF.

- Øll lið og allir venjarar vilja sera fegnir vita, hvørjir leikarar eru tøkir, men í hesum førinum hevur eingin vita nakað, fyrr enn avgerðin brádliga verður almannakunngjørd - á tí seinasta gerandisdegnum undan einum avgerandi leikumfari, sum tey seinastu leikumførini vanliga eru.

- Hetta kann ikki góðtakast, og tí vilja vit heita á FSF um nú antin at rudda upp í sínum reglum og lógum - ella í minsta lagi umsita hesar, so tær ikki eru til bága fyri limirnar í FSF. Tað ger ikki støðuna betur, at eisini onnur (iva)mál eru á skránni fyri tíðina.

- Sum støðan er í løtuni, kenna nógv feløg seg ikki serliga trygg, hvat umsiting og tulking av reglum FSF's viðvíkur, og tað er ikki nøktandi. Úti í feløgunum verður løgd stór, ólønt, orka í at fáa tingini at hanga saman, og tí hava feløgini ikki tørv á slíkari ógreiðu um lógir, reglur og umsiting av

hesum, stendur at enda í teldubrævinum.