Tað eru bara 40 dagar síðani Inter Milan og Jose Mourinho vunnu Champions League, men longu í dag byrjar fyrireikingini til komandi árs Champions League. Millu liðini, sum skal kempa við Inter Milan, Bayern Munchen, Manchster United, Barcelona og Real Madrid, er HB, sum í fjør vann Vodafonedeildina.
Saman við HB kom Red Bull Salzburg úr pottinum. Red Bull Salzburg vann í fjør Eysturríska meistaraheiti við einum stigi fleiri enn Austria Wien og trimum stigum fleiri enn Rapid Wien.
Fyrsti dystur verður leiktur á Red Bull Salzburg Area 14. ella 15. Juli, meðan retur dysturin verður 20. ella 21. Juli í Gundadali.










