HB-málverjin burtur í fyrru hálvu

Skeiv viðgerð tykist hava kostað fýra nyttuleysar vikur í skaðaviðgerðini, og HB má tí helst vera fyrsta-valið í málinum fyriuttan alla fyrru hálvu av landskappingini

Fótbóltur

Tá HB-málverjin, Bárður Johannesen, fyri einum mánaði síðani fekk staðfest, at ein bein í fótinum var brákað, iðraðu tey í HB-leguni sum vera man seg um hetta.
Talan skuldi tá helst vera um ein steðg upp á á leið ein mánað, men hetta var tó ikki mett sum nøkur katastrofa, tí roknað varð fyri vist, at málverjin fór at verða tøkur, tá farast skuldi undir landskappingina.

Skeiv viðgerð
Tað helt málverjin eisini sjálvur, men fyri einari viku síðani vórðu boðini brádliga heilt øðrvísi.
- Eg fekk upprunaliga sett eina skrúvu í fótin, og so skuldi tað annars gingið hampuliga skjótt at lekja skaðan. Men týsdagin fyri páskir var eg so til kanningar hjá einum svenskum lækna, og hesin helt ikki, at hetta var serliga heppið. Brotið var als ikki vaksið nóg væl saman, og hesin læknin segði so, at stórir trupulleikar kundu standast av, skuldi tað hent seg, at skrúvan brotnaði, sigur Bárður Johannesen.
- Ístaðin havi eg nú fingið fest eina plátu inn at fótinum, sum síðani er lagdur í Gips, og tað verður so støðan næstu seks vikurnar. Síðani skal eg at kalla einki gera í einar seks vikur afturat, so tað verður neyvan fyrr enn í august mánaði, at eg aftur kann spæla fótbólt, sigur ein harmur málverji.

Kendist sum katastrofa
Og tað er einki dulsmál, at lagið hjá Bárði er í botni, nú tað er greitt, at fyrsti helmingurin av kappingini so verður av ongum fyri hansara viðkomandi. Nakað sum ikki gerst minni keðiligt av, at Bárður í februar tóktist hava tikið sessin sum triði føroyski málverjin eftir Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen, og eisini slapp at fáa sín fyrsta skrásetta landsdyst á árligu venjingarleguni hjá landsliðnum.
- Tá eg fekk boðini, kendi eg hetta sum eina reina katastrofu. Ikki minst tað, at eg havi nýtt fýra vikur til svartasta onga nyttu. Hinvegin fái eg ikki gjørt so nógv við hetta. Tað má bara vera, sum tað er, staðfestir hann heldur turrisliga.
Tú ert í dag 30 ára gamal. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann nú er byrjaður upp á tey árini, sum vanliga verða søgd eru tey bestu hjá einum málverja. Er tað ikki eitt stórt bakkast, at tú soleiðis kemur at missa tað mesta av einum hálvum fótbóltsári?
- Sjálvandi er tað tað. Eg fái kanska vant nakað av fysiskari venjing, soleiðis at eg eri væl fyri kropsliga, tá eg av álvara kann venja fótbólt aftur, men sum heild er talan um eitt stórt afturstig. Ikki minst tá hetta er triðja árið á rað, at eg noyðist at hava ein skaðasteðg, staðfestir hann.
Hann er tó skjótur at leggja afturat, at hóast hesar steðgirnar, so ætlar hann framvegis at leggja nógv fyri, tá kroppurin aftur loyvir tí.
- Hevði talan verið um sama skaða hvørja ferð, so hevði mann kanska bara kastað frá sær. Men tað hevur so verið talan um tríggjar heilt ymiskar skaðar, so eg vóni bara, at eg verið eitt sindur meira heppin í so máta framyvir, sigur málverjin at enda.

Hóast Bárður sjálvur sostatt tykist heldur avkláraður um støðuna, so er einki dulsmál, at hetta kemur illa við hjá HB, nú teir í runda árinum skulu royna at vinna triðja meistaraheitið á rað.
Gamaní hava teir í Pól N. Joensen ein málverja, sum hevur evnini at lyfta arvin í málinum, men málverjaspælið snýr seg eisini í stóran mun um royndir, og tær hevur yngri málverjin enn ikki fingið so nógvar av.
Og so er heldur einki at ivast í, at Bárður hevur átt sín stóra lut í teimum báðum meistaraheitunum, sum eru fingin til høldar seinni árini. Sjálvandi fyrst og fremst við góðum málmansavrikum, men so sanniliga eisini tí hann telist millum teir leikarar, sum sálarliga kunnu lyfta eitt lið og ikki minst trýsta rætta vinnaramentalitetin inn í teir, sum leggjast afturat hópinum.
Hartil er vert at hava í huga, at HB við skaðanum hjá Hans á Lag eisini hevur mist ein annan leikara, sum hevur nakrar av somu eginleikum, so tað er einki at siga til, um HB-viðhaldsfólkini so smátt eru farin at hugsa um, hvørt runda árið skal gerast eitt óeydnisár.
Vónin er sjálvsagt, at maður kemur í mans stað, men í nøkrum førum kann arvurin kortini gerast sera tungur at lyfta, so bert tíðin kann vísa, hvussu verður í hesum førinum.