HB-málverjarnir Poul N. Joensen og Bárður Johannesen eru báðir úttiknir til venjingarnar hjá landsliðnum í vikuskiftinum. Jógvan Matin Olsen, hjálparvenjari, sigur, at úttøkan av teimum báðum er gjørd við tí fyri eyga at hyggja nærri at, hvussu teir standa í mun til hinar málverjarnar á landsliðnum.
Útisetar ikki við
Hvørki Christian Høgni Jacobsen ella Jákup Mikkelsen verða við á venjingarleguni. Báðir eru bundnir av feløgum teirra, Ið eisini fara venjingarlegu um sama mundið. Christian Høgni fer við Vejle til Kina, meðan Jákup Mikkelsen skal á venjingarlegu við Molde
Hinvegin er óvist við Jón Róa Jacobsen, títað tykist sannlíkt, at hann fer at gera sáttmála Brøndby. Danska meistarliðIð fer á venjingarlegu í Turkaland, og helst verður Jon Rói við á ferðini. Hann verður tí ikki tøkur hjá landsliðsvenjaranum í Spania
Bruttohópurin telur í løtuni 27 mans, og av teimum skulu sjey sáldast frá til venjingarleguna í Spania. Hvørjir teir tjúgu verða, fast endaliga at vita eftir úttøkuvenjingina um vikuskiftið.
Jákup á Borg er einasti leikari, sum dregur við skaða í løtuni, og enn er óvist um hann fer við til Spania. Jákup hevur trupulleikar við lúskuni, og í løtuni røkist onki fyri at støðan gert betri, og tí má landsliðIð helst verða hann fyriuttan í Spania.
Ingi verður við
Føroyski Arsenal-leikarin, Ingi Højsted, verður við vissu ein av leikarunum, sum verður við í Spania. Jógvan Martin Olsen sigur, at ætlanin er at hava tveir ungar leikarar við, og Ingi Højsted verður annar.
Hóast Ingi er bundin av uppgávum í Arsenal, so hevur enska meistaraliðIð játta Inga at fara við føroyska landsliðnum til Spania. Hvør hin leikarin verður, er enn ikki greitt
Møta norska Bryne
Annað av mótstøðuliðnum hjá landsliðnum í Spania verður norska felagið Bryne. Hetta váttar Jógvan Martin Olsen, og leggur afturat, at enn er óvist, hvat hitt mótstøðuliðIð verður. Helst verður talan um okkurt spanskt felag, men enn ongin avtala komin í lag.










