HB: Málið er altíð at vinna alt

Tað sigur Teitur M. Gestsson, sum skal venja seg við eina danska innrás

Tað eru stórar broytingar í HB í ár. Eftir tvey ár við Heimi Guðjónssyni sum venjara, er bæði venjaratoymið og hópurin í broyttari útgávu til 2020, men er sum altíð at vinna.

Heimir Guðjónsson er blivin venjari í Vali í Íslandi, Rasmus Nolsøe, sum hevur verið hjálparvenjari seinastu trý árini, er blivin U17-landsliðsvenjari, meðan spælarar sum Lasse T. Andersen, Brynjar Hlöðversson, Magnus Egilsson, Ari M. Olsen, Sebastian Pingel og Símun Samuelsen ikki eru við longur. Hartil eru Tróndur Jensen og Hørður Askham langtíðaskaddir.

Jens Berthel Askou er nýggjur venjari og við sær hevur hann fyrrverandi týska yrkisspælaran, Kevin Schindler, sum hjálparvenjara. Úr Danmark eru komnir Delphin Tshiembe, Mathias Nygaard, Mikkel Frankoch og føroysku Teit Jacobsen og Jákup L. Thomsen, sum báðir eru uppvaksnir í HB, men eru langtíðarskaddir. Heri H. Mohr komin heim aftur úr AB, Heðin Hansen er komin úr Víkingi, Øssur M. Dalbúð úr NSÍ og Jákup Højgaard komin úr júst EB/Streymi, ið er  mótstøðuliðið leygardagin.

- Tað er nógv útskifting, men tað er góður stemningur í hópinum, sum tað plagar. Tað hevur verið eitt sindur friðarligt í skiftirúminum í ár, men vit skulu líka læra hvønn annan at kenna. Tað er altíð spennandi undan kappingarbyrjan, sigur Teitur Matras Gestsson, sum aftur í ár skal verja málið hjá HB.

 ##med2##

HB tapti eftir brotssparkskapping í stórsteypadystinum móti KÍ tíðliga í mars. Teir tóktust tá mangla tað seinasta í spælinum. Við Adriani Justinussen vil HB altíð verða stórfavorittur í einum slíkum dysti, og tað prógvaði hann eisini í seinasta venjingardystinum, sum var leygardagin móti Víkingi, tá hann skoraði úr áleið 50 metrum.

Nýtt ættarlið skal traðka til

Nýggi venjarin hjá HB hevur eisini meldað út, at liðið skal spæla fyri at vinna. Eisini tá talan er um venjingardystir. Hann hevur brúkt orðingina ”vit skulu venja okkum við at vinna”.

- Vit skulu vinna alt tað vit kunnu, og vit skulu læra hvønn dag. Eg haldi at liðið er kappingarført til toppin. Tað mest markanta við frágongdini er, at talan er um spælarar, sum hava gingið á odda og verið leiðarar. Nú skulu vit hava nakrar aðrar at traðka til, og vit skulu byggja eitt nýtt hierark, sigur málverjin hjá HB.

 ##med3##

Málverjin heldur eisini fyri, at tað er gott at HB byrjaði venja meir við Heimi, tí nú venja teir uppaftur meir. Fyrsti dysturin verður móti EB/Streymi í Gundadali leygardagin klokkan 15. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.

Betri deildin menn 1. umfar:

Leygardagin 9. mai:

NSÍ-TB (15.00)

HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (16.00)

KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1