- Hetta hevur verið sum ein marathon-renning, men nú renna vit seinastu rundurnar inni á sjálvum stadion.
Sammetingin, sum formaðurin í Kappingarnevindini hjá FSF, Høgni í Stórustovu, kemur við, er kanska ikki heilt av leið, nú málið um spæliloyvið hjá Páll M. Joensen er farið um teir fýra mánaðirnar.
Fyri triðu ferð er málið endað í Kappingarnevndini, og hóast formaðurin er staddur uttanlands, so metir hann, at nevndin loksins kann avgreiða málið.
- Eg siti her í góðveðrinum og gjøgnumgangið tey skjøl, sum eru innkomin, nú vit aftur skulu viðgera málið. Tá tað er gjørt, so meti eg, at vit kunnu hava ein telefonfund um málið, og tað verður ætlandi innan ólavsøku. Antin í kvøld ella í morgin, staðfesti Høgni, tá vit í morgun hittu hann á orðið.
Tá málið vónandi verður endaliga avgreitt, stendur enn eftir at finna útav, hvussu kappingin um løgmanssteypið skal avgreiðast. Røddir hava róð framundir, at finalan neyvan kann avgreiðast, fyrr enn tað aftur fer at vára, men í løtuni vil Høgni ikki gera stórvegis viðmerkingart til tann spurningin.
- Tað mugu vit taka, tá vit koma hartil, men tað er greitt, at nógvir lutir skulu ganga upp. Nú stendur ein NM-kappingin fyri framman, og umframt hana, so skal atlit eisini takast til Formula-kappingina, sum helst ikki skal órógvast ov nógv. Samstundis mugu vit ansa eftir, at arbeiðið kring A-landsliðið ikki verður órógvað, og so er tað eisini veðrið. Tað kann jú hava sítt at siga, so talan er um eitt stórt putlispæl, sum vit nú mugu fáa at ganga upp, sigur formaðurin í Kappingarnevndini hjá FSF.