4. mai var tað óvæntað og stórt NSÍ vónbrot, tá ið favorittarnir at flyta upp løgdu rygg til eyðmýkjandi 5-0 tap í Gundadali ímóti teimum næstbestu í HB.
Í dag vóru teir næstbestu hjá HB gestir í Runavík, og heldur ikki í dag hilnaðist tað soleiðis, sum støðutalvan legði upp til, at tað fór at gera hjá NSÍ.
Úrslitið var 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Ejvind R. Mouritsen legði í 14. minutti HB á odda. Hetta var fjórða málið hjá Ejvindi í næstbestu deildini í ár.
NSÍ var leikliga omaná. NSÍ hevði fleiri royndir ímóti málinum, enn HB hevði, og NSÍ vann fimm horaspørk, meðan HB vann tvey hornaspørk. Dagsins maður varð HB málverjin Bjarti Vitalis Mørk kosin at vera.
NSÍ javnaði til 1-1 í 33. minutti. Málskjútti var Steffan A. Løkin, og Sølvi Sigvardsen átti uppleggið. Steffan A. Løkin er toppskjútti í næstbestu deildini við 11 málum.
NSÍ er næstfremst við 32 stigum – fimm aftanfyri Skála – og HB er á sætta plássi við 18 stigum.
Fríggjakvøldið fær NSÍ vitjan av B36, og HB fer leygardagin at spæla á heimavølli ímóti grannunum í FC Hoyvík.











