Fótbóltur
Hóast HB í fjør hevði eitt søguliga vánaligt ár, so tykjast teir í sigursvanda havnarfelagnum als ikki hava mist mótið um, at liðið eisini í framtíðini fer at hava ein leiklut í føroyska oddinum
Rumenskan miðvallara
Sum so var árið í ár eisini nakað serligt, tí tað vóru fyrst og fremst ein ørgrynna av skaðum, sum forðaðu liðnum í at røkka longur upp á stigatalvuni.
Flestu av skaddu leikarunum eru nú aftur tøkir, og nýta teir vetrarfrítíðina til at fáa venjingarstøðuna upp aftur á nakað, sum líkist fyrstudeildarstøði.
Onkur leikaraskifti hava verið, oiðið er um at taka skap, men líkt er til, at leiðslan í felagnum framvegis leitar eftir seinastu prikkunum til puslispælið.
Millum annað hevur ljóðað, at tá rumenski venjarin, Ioan Geolgau, kemur aftur úr vetrarfrí, fer hann at hava ein landsmann við sær, og hesi tíðindi verða als ikki avsannað av leiðsluni í felagnum
- Tað er einki endaliga avgjørt, men tað er klárt, at vit altíð leita eftir møguleikum at styrkja um liðið, sigur stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, Steinfinnur Mittelstein.
Hann váttar eisini, at nakað er um tosið um útlendska leikaran, men meira enn tað sama, fæst ikki burtur úr prátinum.
Sum skilst, skal talan annars vera um ein rumenskan miðvalllara, men meira verður helst at frætta um hetta, tá feløgini veruliga fara undir aftur venjingarnar eina ferð í komandi ári.