HB leitar eftir fleiri málum

AB liðformaðurin er leikbannaður, og lyklaspælari er tøkur aftur

Tað gongur sum eftir ánni hjá HB, sum seks tær seinastu ferðirnar er farið av vøllinum við fullari úrtøku. Tølini siga, at skil av álvara er komið á verjuspælið, tí í seks teimum seinastu dystunum eru bara tvey mál farin ígjøgnum.

 

HB hevur í hesum dystunum skorað nóg mikið av málum at vinna fulla úrtøku, men tølini siga, at liðið skal spæla seg til lutfalsliga nógvar møguleikar fyri at skora mál. Tí er tað støðugt spurningurin hjá venjaranum Dalibor Savic, hvussu kortini í fremstu røð skulu blandast.

 

Pætur J. Petersen hevur síðani summarsteðgin skorað fimm av átta málum í ár, meðan toppskjúttin Stefan Radosavljevic síðani summarsteðgin hevur skorað tvey av 10 málum. Álopsspælarin Hilmar Leon Jakobsen og miðvallarin Tróndur Jensen eru langtíðarskaddir, og verjuspælarin Gustav Kjeldsen er tøkur aftur, eftir at hann síðani tíðliga í summar hevur verið darvaður av skaða í lærkrikanum.

 

AB stríðist fyri lívinum í bestu deildini. Fýra tær seinastu ferðirnar er einki stig vunnið. Síðsta stigið vann AB í ólavsøkuumfarinum, tá ið heimadysturin ímóti EB/Streymi endaði 1-1. Í dag er AB liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann leikbannaður, og tað er ivasamt, um málverjin Rói Zachariasen verður tøkur. Marius Kryger Lindh hevur verið besti spælari hjá AB í ár. Hann var ikki við í 4-1 tapinum í Klaksvík, men nú er hann tøkur aftur.