HB leingist eftir steypinum

HB er í serflokki mest vinnandi steypaliðið í Føroyum. Men tað eru seks ár síðani, at felagið seinast hevði fatur á Løgmanssteypinum

Steypakappingin: Tað plagdi at verða tikið til, at Mykines og HB-húsið hava súlurnar sum felagsnevnara, og nakað var eisini um tað, tí allar Ísafjarðarsúlurnar, sum kappast hevur verið um, í dag halda til í HB-húsinum.
Tað ger fyrsta Løgmanssteypið eisini, men næsta steypið av tí slagnum endaði sum ogn hjá B36, ið vann kappingina tríggjar ferðir tey tíggju árini, sum tað steypið kundi vinnast.
Og enn hevur HB ikki vunnið nýggja løgmanssteypið, sum kappast hevur verið um tríggjar ferðirnar. Eina ferð hevur HB verið í finaludystinum, men her mátti felagið lúta fyri EB/Streymi, sum tvær ferðir hevur fingið sítt navn á steypið. EB/Streymur var eisini í triðju finaluni í fjør, men tá máttu teir lúta fyri eini aðrari fusión – Víkingi – sum við hesum vann sítt fyrsta heiti í vaksnamannafótbólti.
Tað verður tó ikki bara sum at siga tað, um HB skal vinna seg aftur upp á toppin í ár. Ein av sjarmunum við steypakappingini er, at eingin styrkismeting er, tá lutur verður kastaður, og fyri HB merkir hetta, at teir longu í fyrsta umfarinum skulu í mest sum drápuliga uppgerð móti grannunum úr B36. Og eisini við Margáir líkist tað einum ordans braki, tá EB/Streymur í fyrsta umfarinum skal royna seg móti NSÍ.
Eisini hjá kvinnunum stendur stórdystur fyri framman, nú lagt verður til brots við steypafótbóltinum. Her spæla tíggjufaldu meistararnir úr KÍ í fyrsta umfarinum móti AB, sum í fjør vann steypakappingina, og sum fylgdi KÍ fram til sjálva málstrikuna í FM-kappingini.
Umframt at spæla um steyp í teimum báðum vaksnu røðunum, hava steypakappingarnar eisini drúgva siðvenju í yngru deildunum. Her hevur kappingin seinnu árini verið skipað soleiðis, at FSF hevur skipað fyri stórum finaludegi, har allir finaludystirnir verða spældir. Hetta hevur avgjørt verið við til at skapa enn størri tign um tær kappingarnar, og ikki minst hava áskoðararnir verið heilt nógvir í tali, tá foreldur, ommur, abbar og onnur avvarðandi hava gjørt sítt til at seta dám á ein dag, sum telist millum teir størstu í minnunum hjá fleiri av yngru spælarunum í landinum.