HB leingir við sínar egnu

Tveir uppruna HB'arar hava longt um sáttmála sín

Jógvan Rói Davidsen og Pál Mohr Joensen hava longt um sáttmála sín og spæla við HB í 2016. Hetta kunnger felagið á heimasíðu sínari í dag.

 

Pál Mohr Joensen var óheppin tíðliga í kappingarárinum, tá ið hann meiðslaði sær knæið so illa, at hann mátti sita úti restina av kappingarárinum. Jógvan Rói Davidsen hevur hinvegin havt eitt fínt kappingarár á høgra bakki, har avrik hansara hava verið sera støðug. Av tí sama er hann blivin ein sonevndur "fanfavorittur", skrivar heimasíðan hjá HB.

 

Nógv virksemi er í hesum døgum í HB, tí at í gjár kunngjørdi felagið eisini, at Tróndur Jensen kemur aftur at spæla við HB. Harafturat er blivið staðfest, at Albert Ellefsen verður hjálparvenjari hjá Føroya mest vinnandi felagið.