HB leingir við lyklaleikara

Ein av týdningarmestu HB-leikarunum hevur longt um sáttmálan.

HB skrivar á heimasíðu felagsins í kvøld, at nýggjur sáttmáli er gjørdur við málverjan, Teitur M. Gestsson. Nýggi sáttmálin er galdandi í tvey ár.


Teitur M. Gestsson, sum seinastu fimm kappingarárini hevur spælt við HB, hevur verið ein av frægastu leikarunum hjá HB í ár, og hevur hann eisini spælt flestar minuttir fyri effoliðið hjá teimum hetta kappingarárið.


Seinni í kvøld verður samrøða við Teit M. Gestsson at lesa her á in.fo.