HB og Adrian Justinussen er í dag komin ásamt um at leingja sáttmálan millum partarnar við tveimum árum.
Adrian Rúnason Justinussen er 18 ára gamal og kom til felagið í 2013.
- Frá fyrsta degi var greitt, at her var talan um leikara við serstøkum fótbóltsgávum, skrivar heimasíðan hjá HB um evnaríka spælaran.
- Undanfarnu árini hevur hann verið slúsaður spakuliga inn á besta liðið, og í ár hevur Adrian, umframt at fáa fitt av spælitíð á besta liðnum, verið ein avgrandi partur av HB II umframt at U18 hevur notið gott av honum, skrivar heimasíðan.
Sambært Faroesoccer hevur Adrian Justinussen verið á vøllinum í 11 dystum í Effo-deildini í ár, umframt tveimum dystum í steypakappingini og báðum dystunum í Evropa-liguni. Hann hevur skorað eitt mál í Effodeildini í ár, í 6-1 sigrinum móti B68 í Gundadali.
Adrian Justinussen er annars skrásettur fyri 35 dystir og 35 mál í 2016, í Effo-deildini, 1. deild og fyri u18.