HB leingir við Poul og Pætur

Nýggjársaftan skrivaði HB nýggjan sáttmála við Pætur Dam Jørgensen og Poul Thomas Dam.

Báðir hava teir sína uppaling í felagnum, og í fjør var Poul Thomas fastur partur av Formula-hópinum hjá felagnum. Pætur var eisini eitt skifti partur av Formula-hópinum, men seinnu kappingarhálvu royndi hann seg hjá AB. Báðir eru teir eisini partur av føroyska U21-landsiliðnum.