HB leingir við lyklaleikarar

Oddaliðið í Betrideildini hjá monnum, HB, heldur fram við at brynja seg til komandi kappingarár. Í kvøld boðar felagið frá á heimasíðuni, at nýggir sáttmálar eru gjørdir við tveir av lyklaleikarunum.


Teir, sum hava longt um sáttmálan, eru málverjin Teitur M. Gestsson og miðverjin Bartal Wardum. Sáttmálarnir hjá teimum báðum eru nú galdandi til og við kappingarárið 2019.


25 ára gamli Teitur M. Getsson er fyrstaval í málinum hjá HB á áttanda ári, meðan 21 ára gamli Bartal Wardum hevur verið og er fastur fúsur í miðverjuni.


Leygardagin boðaði HB frá, at felagið hevði longt um sáttmálarnar við Jógvan Skeel Nolsøe og Magnus Egilsson.