HB leingir samstarv við verjuspælarar

Fyrireikingarnar til 2013 kappingarárið í fótbólti ganga við fullari ferð. Hóskvøldið boðaði HB frá, at felagið hevur skrivað undir nýggjar sáttmálar við fýra av teimum, sum í ár hava verið við til at manna verjupartin.

Talan er um Jógvan Rói Davidsen og Alex José dos Santos, sum hava skrivað undir trý ár sáttmálar og harvið hava bundið seg at spæla við HB fram til og við 2015, og um tvey ára sáttmálar við Trónd Jensen og Rógva S. Holm, sum harvið hava bundið seg at spæla við HB fram til og við 2014, veit heimasíðan hb.fo at siga.