Tað ljóðar, at HB til komandi kappingarár fer at leiga Ara Ó. Ellingsgaard frá ÍF. Ari er í holt við at gera trý ára sáttmála við ÍF, men orskara av arbeiði og keypsprísi, so verður Ari leigaður út til HB í eitt ár.
Avtalan skal skiljast á tann hátt, at Ari ger nýggjan sáttmála við ÍF. Síðani verður hann útleigaður til HB í eitt ár, tí hann skal arbeiða í høvðusstaðnum komandi ár. Orsøkin til, at hann verður leigaður er, at um HB skal hava framrættaða miðvallaran, so mugu teir gjalda ÍF 50.000, tí spælarin er uppaldur í felagnum.
Les eisini: B36 og Víkingur berjast um Hans Paula
Sostatt fær HB sín spælara í eitt ár uttan at skula gjalda eina stóra upphædd, meðan ÍF tryggjar sær, at Ari spælir aftur í ÍF, tá læritíðini í Havn er av. Heðin Askham, venjari hjá HB, hevur havt Ara undir hond á U21 landsliðnum, og tí kennir hann alt til evnini hjá framrættaða miðvallaranum.
HB kunngjørdi fyri kortum, at teir hava tryggjað sær Arnbjørn Hansen til komandi kappingarár. Spurningurin er so um Ari Ó. Ellingsgaard verður ein av teimum, sum skal leggja upp til málini hjá landsliðsframherjanum, nú Kristin R. Mouritsen ikki heldur fram, meðan óvist er hvønn leiklut Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen koma at spæla í framtíðini vega drúgvar skaðar.