HB leggur trýst á KÍ

Tríggir dystir í fremstu fótbóltsdeildini vera seinnapartin

Í gjár vann B68 2-0 á útivølli ímóti NSÍ. Hetta var fyrsta ferðin í 10 ár, at toftamenn vunnu í Runavík, og sigurin ber við sær, at B68 undan teimum trimum dystunum, sum vera seinni í dag, er á triðja plássi á støðutalvuni

Upprunaliga var ætlanin, at eingin dystur í fremstu deildini skuldi vera í dag. Landsliðið fer av landinum í morgin, og dagurin í dag var ætlaður at vera frídagur hjá landsliðsspælarunum, sum í morgin fara á flog við kós ímóti Spania.

 

So var veður forsøgnin orsøk til, at dystirnir fríggjakvøldið og í gjár vórðu útsettir. Veðrið í gjár varð væl betri, enn forsøgnin segði, og tveir dystir vóru avgreiddir í gjár og í gjárkvøldið.

 

HB vann grannauppgerðina ímóti B36 1-0. HB er topplið við fullari úrtøku. Tað ber við sær, at tað er trýst á meistarunum úr Klaksvík, sum rigga til at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. KÍ hevur fulla úrtøku eftir tveir dystir.

 

 

 

3. umfar

 

Í gjár

 

NSÍ – B68 0-2 (0-2)

 

0-1: Sebastian Lau Nielsen 14.

 

0-2: Steffan A. Løkin 45.

 

 

 

HB – B36 1-0 (1-0)

 

1-0: Stefan Radosavljevic 57.

 

Í dag

 

Skála – 07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

Víkingur – AB: Alex Troleis kl. 15.00

 

EB/Streymur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

 

 

HB 3300929
 2200406
B68 3111564
B36 3102433
EB/Streymur2101553
Víkingur 2101443
NSÍ 11025103
07 Vestur 2011561
AB 2011461
Skála 1011251

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 

 

Í gjár vann B68 2-0 á útivølli ímóti NSÍ. Hetta var fyrsta ferðin í 10 ár, at toftamenn vunnu í Runavík, og sigurin ber við sær, at B68 undan teimum trimum dystunum, sum vera seinni í dag, er á triðja plássi á støðutalvuni