Fyrsta treytin fyri FM møguleikanum er, at tað í kvøld eydnast at vinna á grannunum í B36. Um mett verður út frá avrikunum seinast, so kann ikki roknast við øðrum, enn at HB er favorittur. Avrikið í 2-1 sigrinum í Klaksvík var ógvuliga gott, meðan B36 á heimavølli fyri fyrstu ferð í 30 ár legði rygg til tap ímóti ÍF.
B36 hevur verið illa skaðaplágað í summar, og nú er Odmar Færø, sum hevur verið sannur brandur í miðverjuni, farin av landinum í útbúgvingarørindum.
Hjá HB er miðverjin Vagnur Mohr Mortensen tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í Klaksvík.
Í 7. umfari vann HB fyrru grannauppgerðina 2-1, og í 12. umfari vann B36 1-0.
HB-B36: Lars Múller mikudagin klokkan 18.00.