HB-B68: 3-1 (2-0)
Fótbóltur
Spenningurin var helt stórur, tá HB og B68 fóru á vøllin í Gundadali sunnudagin. Talan var her um tvey av liðunum, sum veruliga verða roknað fyri at hoyra heima í oddinum. Í útgangsstøðnum skuldi talan verið um ein sera javnan dyst, men skaðar hjá toftamonnum viðførdu, at teir ikki vóru so ræðandi í álopinum, sum teir eru, tá teir báðir bestu málskjúttarnir í fjør eisini eru á liðnum.
Opið í borðinum
Tá farið varð ígongd við sjálvan dystin, tóktist eisini skjótt greitt, at munurin millum liðini var ikki hin stóri. Kanska vóru bæði liðini eisini sera varin við at opna seg ov nógv fyri mótstøðuni. Fyrstu løtuna var hetta serliga galdandi fyri HB, sum í alstóran mun legði dent á at fáa verjupartin at rigga hesa løtuna.
Tað var eisini tørvur á at skipa verjupartin, tí ferð eftir ferð sluppu toftamenn avstað í vinstru síðu, har John Heri Dam og Marlon Jorge fleiri ferðir fingu spælt seg ígjøgnum. Tað var eisini um reppið, at B68 fekk lagt seg á odda hesa løtuna, men nærri enn einum skoti á træverkið frá Mortan Hansen. Eisini var nær við, at vandastøður stóðust av onkrum av skrábóltunum, sum vórðu sendir inn í brotsteigin, men beint sum B68 soleiðis hótti, fekk HB møguleikan, sum teir ikki máttu fáa.
Sum nevnt, so tóktist B68 vandamikið, tá farið varð fram í vinstru, men hetta opnaði so eisini fyri møguleikanum hjá HB at spæla skjótt uppeftir í somu síðu. Til hetta hava teir esini Allan Mørkøre, og hann fær hann somikið nógv pláss, er heilt skjótt, at vandi kann spyrjast burturúr. Tá eitt korter var farið av dystinum, slapp hann fyri fyrstu ferð rættilga av stað høgru megin. Fyrst var ikki líkt til, at innleggið fann nakran góðan inni í málteiginum, men við aftaru stong kom kortini Andrew av Fløtum, og umvegis hondina á Magnusi Poulsen varð bólturin so beindir í netið.
Sama søgan
Tað tóktist nærum ótrúligt, at B68 ikki gjørdi nakra ítøkjuliga roynd at tippa holið, sum var í vinstra verjuborðið. Tað tóktist eins og hetta als ikki var nakað, sum teir løgdu nakað serligt í, og tá knappur hálvur tími var farin, kom revsingin eisini.
Aftur hesa ferð varð Allan Mørkøre sendur avstað. Hesa ferð fór innleggið akkurát, sum tað skuldi, og við pannuni kundi Uni Arge beina bóltin í málið.
Hesar báðar royndirnar vóru kanska tær einastu ferðirnar, at HB var rættiliga vandamikið í fyrra hálvleiki. Stóran part av tíðini lótu teir B68 hava bóltin, men hóast nógvar sendingar sína millum, so tóktust teir ikki megna at skapa nakað av týdningi. Hinvegin hoyrir eisini til søguna, hvussu væl skipaður verjuparturin á HB liðnum var. B68 fekk snøgt sagt ikki loyvi til at gerast vandamiklir, og tá støðan ta einu ferðina gjørdist heilt vnadamikil, var tað ikki orsakað av nøkrum gjøgnumspældum álopi, men hinvegin av einum einmansavriki frá verjuleikaranum, Oleif Joensen, tá hesin snýtti rangstøðufelluna hjá HB. Einsamallur við málverjanum vórðu beini tó krøkt undan honum, og hóast toftamenn vilud hava brotsspark, so tagdi floytan hjá dómaranum.
Linligt í seinna
Orsakað av úrslitinum av fyrra hálvleiki, var líka sum eigin futtur í seinna hálvleiki. Toftamenn høvdu at kalla góðtikið, at her vendist ikki aftur, meðan HB í mestan mun hugsaði um at varveita leiðslu sína. Teir tóku ikki nakrar óneyðugar kjansir í spælinum, og leingi var líkt til, at hetta skuldi gerast endaliga úrslitið.
Rúni Nolsøe vildi tað tó øðrvísi, og hann økti um munin tá hann slapp leysur oman móti málinum eftir skjótt samanspæl á miðvøllinum.
Beint undan dystarloki minkaði Mortan Hansen so um munin, men tá var alt longu avgjørt.
Málrættað
Við sigrinum syrgdu HB leikararnir fyri, at teir longu nú hava vunnið sær ein fyrimun til eitt av liðunum, sum ætlandi skal hava ein leiklut í oddinum hetta kappingarárið.
Tað kunnu toftamenninir framvegis fáa, tí eingin ivi er um, at fólkið á liðnum er gott. Hinvegin var liðið rættiliga illa skert sunnudagin, nú hvørki Marcello ella Súni Fríði vóru førir fyri at spæla. Hetta var ein staðfesting av týdningini teirra fyri álopsspælið hjá B68, tí hetta var snøgt sagt alt ov tannleyst til veruliga at kunna gera um seg. Tað hjálpir lítið, at bólturin í stórum pørtum av dystinum verður hildin í egnari røð afturi á vøllinum, tá tær óvæntaðu eksplosiónirnar fram eftir vøllinum ikki eru við.
Har kundu toftamenn helst eisini tikið við læru av mótstøðuni sunnudagin. B68 var nevnliga í stórum pørtum av dystinum tað liðið, sum hevði bóltin meira, men hinveign var tað HB, sum alla tíðina var vandamiklari. Teir høvdu eina greiða ætlan, tá farið varð frameftir, og hetta var so eisini nakað, sum teir fingu løn fyri sunnudagin.
HB-B68 3-1 (2-0)
1-0: Andrew av Fløtum 15
2-0: Uni Arge 28
3-0: Rúni Nolsøe 82
3-1: Mortan Hansen 90
Dómari: Birgir Sondum (B36)
HB: Bárður Johannesen ? Vagnur M. Mortensen, Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Janus M. Joensen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen ? Uni Arge. andrew av Fløtum
B68: Magnus Poulsen ? Jan Dam, Oleif Joensen ? Arnold Joensen, Jan Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, Marlon Jorge, John Heri Dam ? Mortan Hansen