Kvinnuliðið hjá HB hevur fingið nýggjan venjara í summarsteðginum. Andras K. Thomassen er farin av landinum í lestrarørindum, og nýggjur venjari er klaksvíkingurin Odd Færø, sum hevur drúgvar royndir sum venjari hjá ymsum gentuliðum hjá KÍ seinastu árini. Odd venur eisini gentuliðið hjá HB. Heimasíðan hjá HB skrivar, at Odd arbeiðir longu hart við hugburðinum hjá HB-kvinnunum í royndini at venda keðiligu gongdini, sum ávirkar fleiri av gentunum meira enn gott er. Odd er komin væl í gongd og hevur stórar ætlanir fyri liðið, sum hann fegin vil venja komandi ár eisini.










