Fá eitt yvirlit yvir støðuna í Vodafonedeildini, nú trý av fimm liðum hava spælt í fimta umfari.
Teir báðir dystirnir, sum ikki eru avgreiddir enn, eru dystirnir millum B68 og Víkingur, sum skal spælast í morgin, og so dysturin NSÍ og AB, ið er á skránni týskvøldið.
Sigurin hjá HB á EB/Streymi merkir, at teir nú ? eins og B36, sum spældi javnt móti ÍF ? hava 11 stig. Toppurin kann gerast uppaftur tættari í annaðkvøld, tí um Víkingur vinnur á B68 á Toftum, so hava teir eisini 11 stig.
Eftir dagsins dystir er botnurin eisini nakað broyttur. B71, sum vann á FC Suðuroy, hálaði seg upp á fimm stig. Sostatt eita botnliðini nú NSÍ og AB við ávíkavist einum og tveimum stigum.
Við øðrum orðum verður talan um reinan botndyst, tá AB vitjar í Runavík týskvøldið.
Úrslitini í dag vóru annars hesi:
B36 ? ÍF 1-1 (1-0)
1-0: Hjalgrím Elttør, 32.
1-1: Rógvi Jacobsen, 68.
EB/Streymur ? HB 0-1 (0-1)
0-1: Rógvi Poulsen, 26.
B71 ? FC Suðuroy 3-1 (1-1)
1-0: Mads Hentze
1-1: Henning Joensen
2-1: Sjálvmál
3-1: Mads Hentze
Stigatalvan nú tveir dystir eru eftir at leika av fimta umfari:
1 B36 11
2 HB 11
3 Víkingur 8
4 B68 6
5 ÍF 6
6 EB/Streymur 5
7 FC Suðuroy 5
8 B71 5
9 AB 2
10 NSÍ 1